Oddaliðið HB vitjar hjá KÍ, sum við sigri kann taka oddasessin.
HB og KÍ eru langt fremst í kappingini hjá kvinnum, og alt bendur á, at FM-kappingin skal avgerast millum hesi liðini. HB er undan dystinum oddalið við 25 stigum, men hevur spælt ein dyst fleiri enn KÍ, sum hevur 22 stig og ein betri málmun á fýra mál.
Hvørki av liðunum hevur tapt nakran landskappingardyst. Fyrsti innanhýsis dysturin millum liðini í Gundadali endaði 2-2. Tríggir innanhýsis dystir eru eftir og nógv bendur á, at teir koma at avgera FM 2026.
Toppdysturin í Klaksvík fríggjakvøldið byrjar kl. 19.00.