Fyrrverandi KÍ og B36-venjarin hevur viðgongd í næstbestu deildini í Norra.
Magne Hoseth bleiv í vetur settur sum høvuðsvenjari hjá norska felagnum Strømsgodset. Seinastu tíðina hevur gingið væl hjá liðnum, sum nú er oddalið í sera javna oddastríðnum, har bara eitt stig er á muni millum nummar eitt og fýra.
Góðu avrikini seinastu tíðina hava ført við sær, at Magne Hoseth er valdur til mánaðarins venjara í mai.
Í Strømsgodset er føroyski landsliðsmálverjin Mattias Lamhauge, ið hevur spælt átta av 11 dystum, meðan fyrrverandi B36- og HB-framherjin Sebastian Pingel er toppskjútti við átta málum.