EB/Streymur fyrireikar seg til eitt hart botnstríð.
EB/Streymur liggur í løtuni á 9. plássi við níggju stigum. Men stutt er bæði uppeftir og niðureftir.
Niels Pauli Danielsen er ítrótarstjóri í EB/Streymi, og vit hava spurt hann, um vit kunnu vænta broytingar í hópinum í summar.
- Vit vænta at varðveita verandi hóp. Vit hava hurðina opna, men vænta ikki stórvegis broytingar í hópinum í summar.
Hjá EB/Streymi hava tveir leikarar, Andras Ó. Olsen og Tóki Johannesen, sum báðir vóru í byrjunaruppstillingini í fjør, ikki spælt í ár vegna skaðar. Niels Pauli sigur, at teir vóna at Andras kann blíva tøkur eftir summarsteðgin, meðan tað er ógreitt, um Tóki kann spæla aftur í ár.
EB/Streymur spælir sunnudagin kl. 15.00 við Margáir móti B68.