Liðini í 1. umfari í Conference League, sum føroysku liðini kunnu møta, hava ikki eins høgt virði sum tey, ið KÍ kann møta í Champions League, hóast KÍ er styrkismett ella 2. umfari i Conference League, har HB er styrkismett.
Týsdagin og mikudagin verður lutakast um, hvussu spælast skal í 1. og 2. umfari í altoða kappingunum.
Hyggja vit eftir 1. umfari í Conference League, so er RFS úr Lettlandi tað liðið, sum hevur hægst virði av teimum, sum føroysku liðini (NSÍ) kunnu møta. RFS hevur eitt virði á knapt 10 milliónir evrir. Síðani koma lið sum Zalgiris úr Litava og Levadia Tallinn úr Estlandi, sum liggja sum liggja á 4-6 milliónir evrir. Hjá Víkingi, sum er styrkismett, eru tað finsku liði i Ilves og Inter Turku, sum hava hægst virði. Tey liggja áleið á fýra millónum evrum, so møguleikarnir hjá Víkingi eiga at verða lutfalsliga góðir næstan óansæð lutakast.
KÍ og HB kunnu møta sterkum liðum
Samanbera vit við møguleikarnar hjá KÍ í Champions League og HB í 2. umfari í Conference League, so fáa nøkur lið nógv hægri virði.
KÍ kann møta Levski Sofia úr Bulgaria, sum hevur eitt virði á 32 milliónir evrir, meðan Gyor úr Ungarn hevur eitt virði á 15 milliónir evrir.
Í HB skal mann helst fegnast um at verða styrkismettur, so annars kundu møguleikarnir verið lið sum Ajax, FCK, Braga og Gent. Hjá HB er svensku liðini helst tey við hægst virði av teimum, sum HB landafrøðiliga kann møta. IFK Gøtebiorg liggur á 19 og Gais á 11 milliónum evrum.