Føroyar vóru aftanfyri 2-1, tá 87 minuttir vóru leiktir, men vunnu 3-2.
Innskiftu leikararnir, har fleiri eisini komu við í hópin uppá avboð, spældu ein stóran leiklut, tá Føroyar vendu dystinum í Georgia. Dysturin byrjaði annars keðiliga, tí Georgia kom á odda uppá eitt brotsspark, sum var ógvuliga torført at fáa eyga á útfrá upptøkunum. Beint áðrenn hálvleik javnaði Brá Zakariasardóttir eftir mistak í verjuni. Georgia fekk aftur leiðsluna, tá bólturin ikki bleiv ruddaður burtur og 2-1 sá leingi út til at blíva úrslitið. Men so bleiv Birita Ryan feld í hornasparksstøðu og Tórunn H. Joensen skoraði uppá brotssparkið í 87. minutti. Og í 90. minutti avgjørdi innskifta Tóra Mohr eftir innlegg frá innskiftu Eydnu Dalheim.
3-2 til Føroyar gjørdust úrslitið og sostatt enda Føroyar nummar tvey við seks stigum í bólkinum. Tað kann í ástøðini geva røkkstøkkdystir, men tað verður ikki avgjørt fyrr enn fyrst í komandi viku.