Emilan heldur fram á einum av mest framkomnu akademium í Danmark.
16 ára gamli Emilan Gunleifsson er toppskjútti á U17-liðnum hjá FC Nordsjællandi og nú er greitt, at hann hevur gjørt sáttmála fram til á sumri 2029.
Hetta váttar umboðsmaður hansara, Thomas Bunk Møller, fyri bold.dk.
– Emilian er ein tekniskt sterkur miðvallari við góðum yvirblikki og evnum at byggja spælið upp.
– Samstundis er hann vandamikil framman fyri málinum og skorar nógv av sínum málum við skotum uttan fyri brotsteigin, sigur Thomas Bunk Møller við bold.dk.