UEFA-krøvini eru hørð.
Í Andorra hevur UE Santa Coloma ikki fingið UEFA-loyvið, sum krevst vegna fíggjarlig og umsitingarlig viðurskift. Tað ger, at FC Santa Coloma (ja, tey eita næstan tað sama) úr sama landi kemur ístaðin. Úr Aserbadjan er felagið Turan Tovuz koyrt úr Conference League, tí felagið hevur verið partur av ’’match-fixing’’. Tað ger, at Zira úr sama landið kemur við ístaðin.
Slíkar broytingar kunnu hava avleiðingar fyri styrkismetingina hjá øðrum liðum og tað hevur tað í hesum føri fyri Torpedo Kutaisi úr Georgia, sum fer frá at verða styrkismett til ikki at verða styrkismett.
Einki føroyskt felag liggur beint á markinum til at nakrar slíkar broytingar fáa ávirkan á styrkismetingina uttan so, at tað verða nógv lið.