Í dag vóru síðstu dystirnir leiktir í næstbestu donsku deildini.
AC Horsens vann og tryggjaði sær uppflyting. Adrian Justinussen spældi sum álopsleikari. Hann skoraði 12 mál hetta kappingarárið fyri Hillerød og AC Horsens og bleiv toppskjútti í deildini. Nú skal hann spæla í Superliguni. Martin Agnarsson og Aarhus Fremad spældu í niðurflytingarbólkinum, har liðið endaði næstfremst. Martin Agnarsson legði upp til sjey mál hetta kappingarárið og tað var tað mesta, saman við nógvum øðrum leikarum, sum eisini høvdu sjey upplegg.