07 Vestur skal hava nýggjan venjara.
07 Vestur skrivaði í gjár:
Michael Schjønberg og 07 Vestur eru komin ásamt um at enda samstarvið.
Vit vilja takka Schjønberg fyri tað, hann hevur lagt eftir seg í felagnum, og ynskja honum alt tað besta og góða eydnu framyvir.
Arbeitt verður í løtuni við at seta ein nýggjan høvuðsvenjara.