Øll fýra toppliðini vunnu teprar sigrar í dag.
NSÍ, KÍ, B36 og Víkingur vunnu við einum máli og munurin millum topp og botn á stigatalvuni øktist. Tó vístu dystirnir enn einaferð, at munurin millum liðini er minkaður. Síðsti dystur verður leiktur týskvøldið kl. 18.30 á Svangaskarði millum B68-HB.
Úrslitini:
Víkingur-Skála 2-1
KÍ-AB 2-1
B36-07 Vestur 1-0
EB/Streymur-NSÍ 0-1