Føroyingur ger um seg hjá einum av fremstu akademium í Danmark.
16 ára gamli Emilian Gunleifsson hevur spælt í FC Nordsjælland, síðani hann var 12 ár. Hann er sonur Ruth Albinsdóttir, ið hevur spælt á besta liðnum hjá 07 Vestur, SÍ, MB og FS Vágar, og Gunleif Magnusarson, sum spældi í bestu og næstbestu deildini í nógv ár fyri TB og 07 Vestur. Emilian fekk sín uppvøkstur í Føroyum í 07 Vestur, har Jens Erik Rasmussen var venjari.
FC Nordsjælland liggur í løtuni á 3. plássi í U17-deildini aftanfyri FCK og OB. Toppskjútti hjá FC Nordsjælland er Emilian Gunleifsson við níggju málum. Tað finnast ikki listar um upplegg, men sambært okkara upplýsingum hevur Emilian eisini lagt upp til nógv mál.
Í mars 2025 gjørdi Emilian sáttmála við FC Nordsjælland og sum skilst hava hansara avrik vakt ans í felagnum. Emilan kann røkja øll tey álopskendu plássini og hevur tí spælt á ymiskum plássum. Hann verður lýstur sum ein skapandi leikari, sum er góður við báðum beinum og sum hugsar skjótt í smáspælinum.
Greinin er dagførd kl. 21.03