Á Argjum fekk Aron Benjaminsen sítt stóra gjøgnumbrot við at fáa endavøru á sítt annars lovandi spæl. Og tað sá ein av lyklapersónunum hjá danska Superligafelagnum Viborg.
Scouting- og rekrutteringarleiðari hjá Viborg er Søren B. Nielsen, sum áður hevur leikt við 07 Vestur. Viborg hevur áður keypt Martin Agnarsson og hevði eisini áhuga í Géza Dávid Turi. Spurningurin er so, um Aron Benjaminsen er næstur í røðini. 18 ára gamli Aron hevur í fleiri ár verið mettur sum eitt av størstu talentunum í Føroyum og av somu orsøk hevur hann verið partur av besta hópinum hjá Kristiansund, har hann tó ikki fekk spælitíð í bestu norksu deildini. Tá Víkingur gjørdi sáttmála við hann fyrr í ár, so kundi væntast, at hann fór at blíva ein stórur profilur í MeistaraDeildini. Spurningurin var bara, hvussu skjótt tað fór at henda.
Fyrstu níggju umførini hevði hann skorað eitt mál og lagt upp til eitt mál. Spælið var lovandi og ein slíkan føroyskan driblara hava vit ikki sæð í nógv ár. Endavøran manglaði, men hon kom í 10. umfari á Argjum. Tá skoraði Aron eitt mál og legði upp til tvey mál og málstigini blivu sostatt meir enn tvífaldað eftir einum dysti.
Scouting- og rekrutteringarleiðarin hjá Viborg var á Argjum. Hann vil hvørki vátta ella avsanna, at hansara ørindi vóru at hyggja eftir Aron, men Aron var uttan iva leikarin, sum fangaði hansara eygu hendan dystin. Søren sigur við bolt.fo, at hann av familjuorsøkum ofta er í Føroyum, og at hann tá altíð sær nógvan fótbólt fyri at halda seg dagførdan á føroyska marknaðinum eins og Viborg ger á øðrum viðkomandi marknaðum.