Tað hevur gingið øgiliga skjótt framá hjá fyrrverandi NSÍ-leikara.
Jacob Trenskow spældi við NSÍ í 2021. Tá var hann 20 ára gamal og var heintaður av núverandi hjálparvenjara hjá FC Midtjyllandi, Allan K. Jepsen. Jacob var ikki fastur í NSÍ-uppstillingini hetta árið, har hann spældi 25 landskappingardysti, tí sambært FaroeSoccer, so kom hann inn í fimm landskappingardystum og hann sat eyka allar minuttirnar í tveimum dystum. Hann spældi 1896 minuttir, skoraði seks mál og legði upp til fimm mál. Sambært okkara upplýsingum, so var hann mettur og funnin ov lættur í onkrum føroyskum felag eftir hetta kappingarárið.
Men síðani tá hevur gingið skjótt framá. Eftir kappingarárið í 2021 skifti hann til HB Køge í næstbestu deildini í Danmark. Á sumri í 2023 skifti hann til Kalmar í bestu svensku deildini. Á sumri í 2024 skifti hann til Herenveen í bestu deildini í Hollandi. Har hevur hanna skarað framúr. Í landskappingini hevur hann skorað 12 mál og lagt upp til fimm mál hetta kappingarárið. 25 ára gamli leikarin hevur eitt virði á Transfermarket á áleið 50 milliónir krónur. Hann er settur ísamband við størri feløg í summar og hevur sambært Tipsblaðnum júst fingið sama umboðsmann sum m.a. Pep Guardiola, Cody Gakpo og Rasmus Højlund.
Tá Brian Riemer tók landsliðshópin út í morgun, so var fyrrverandi NSÍ-leikarin á fyrsta sinni í hópinum til komandi venjingardystir, nú Danmark ikki er við til HM.