EB/Streymur hevði bara vunnið ein dyst í áleið eitt ár undan dystinum í Gundadali móti HB.
Men botnliðið EB/Streymur vann púra óvæntað 4-3 í Gundadali. EB/Streymur var á odda 3-0 í hálvleikinum, men HB kom aftur og í seinna hálvleiki gavst EB/Streymur at spæla – eisini vegna eitt gott HB-trýst - og kom av tí sama undir sera stórt trýst, men EB/Streymur yvirlivdi og vann seg av 10. plássi og uppá 8. pláss.
Á Argjum vendi Víkingur einum hóttandi tapi til ein 3-2 sigur.