Bara eitt ivamál við landi er nú.
KÍ byrjar í 1. umfari í Champions League og verður styrkismett. Hóast hetta, so eru nøkur lið ikki styrkismett, sum verða greiðir favorittar, um KÍ trekkir tey. Tey eru meistararnir í Bulgaria, Aserbadjan og Ungarn. Har er kanska sannlíkt, at KÍ sleppur undan at fáa meistararnar úr Aserbadjan sum ein møguleika vegna landafrøðiligu frástøðuna, tí okkum vitandi hevur Aserbadjan ikki verið møguleiki hjá føroyskum liðum síðstu árini. Bara eitt ivamál er nú um síðsta liðið, tá hugsað verður um í hvørjum landi tað kemur frá. Har tað veldst um, hvør vinnur meistaraheitið í Armenia og alt eftir tí, so verður tað antin The New Saints úr Wales ella meistarin úr Armenia sum verður síðsti møguleikin hjá KÍ.
KÍ kann møta hesum liðum:
Inter Club (Andorra)
Levski Sofia (Bulgaria)
Sabah FK (Aserbadjan)
Kauno Zalgiris (Litava)
ETO Gyor (Ungarn)
Iberia 1999 (Georgia)
Floriana (Malta)
Tre Fiori (San Marino)
Vardar Skopje (Norðurmakedónia)
ML Vitebsk (Hvítarussland)
Meistarin í Montenegro
Meistarin í Albania
Meistarin í Luksemborg
Og so The New Saints ella meistaran í Armenia (veldst um hvør vinnur)
Skuldu vit gjørt eina leystliga meting, so er hon áleið soleiðis:
Móti hesum er KÍ favorittur at rúka út:
Levski Sofia (Bulgaria)
Sabah FK (Aserbadjan)
ETO Gyor (Ungarn)
Móti hesum er liggur tað kanska um 50/50 ella nær tað:
Kauno Zalgiris (Litava)
Iberia 1999 (Georgia)
Floriana (Malta)
Vardar Skopje (Norðurmakedónia)
ML Vitebsk (Hvítarussland)
Meistarin í Albania
Meistarin í Luksemborg
Meistarin í Armenia
The New Saints (Wales)
Móti hesum er KÍ favorittur at fara víðari:
Inter Club (Andorra)
Tre Fiori (San Marino)
Meistarin í Montenegro
Lutakastið verður 16. juni og fyrsti dystur 7. juli.