Bill M. Jacobsen skal nú starvast í norskum fótbólti.
Sogndal boðar í dag frá, at Bill M. Jacobsen er settur sum venjaramennari í menningardeildini.
Starvssetanin er eitt týdningarmikið stig fyri at tryggja víðari menning av akademinum og fyri at varðveita tríggjar stjørnur í akademiflokkingini.
– Eg skal arbeiða tætt saman við venjarunum, menna teir og hjálpa teimum at fáa tað besta fram í gerandisdegnum á vøllinum. Samstundis snýr hetta seg um at menna felagið og umhvørvið rundan um fótbóltin her í Sogndal, sigur Bill M. Jacobsen við heimasíðuna hjá Sogndal.
– Vit hava havt fleiri góðar samrøður og gjøllar fundir við Bill. Hann hevur eina sterka bakgrund, eitt greitt eyga fyri venjaramenning og passar væl inn í arbeiðsháttin, sum vit ynskja at arbeiða eftir. Hetta er ein týdningarmikil starvssetan fyri menningardeildina og fyri felagið sum heild, sigur Anders Stadheim, menningarleiðari í Sogndal við heimasíðuna.