Ein leikari hevur leikbann vegna gul kort.
Tað hevur verið ivamál um, hvørs HB-miðvallarleikarin Noah Mneney hevur leikbann í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, tí hann sum tann einasti hjá teimum fýra liðunum í hálvfinalunum fekk gult kort bæði í 1/8 finaluni og 1/4 finaluni. Reglarnir hjá FSF siga, at øll gul kort verða strikað áðrenn hálvfinalurnar og tí skulu leikarar fáa gul kort báðar hálvfinalurnar fyri at missa finaluna.
Í grein 37a stk 4 í kappingareglunum stendur:
Stk. 4. Galdandi fyri steypakappingar:
Tá leikari, venjari ella leiðari hevur fingið 2 gul kort, fær hann 1 dag leikbann.
Stk. 4.b. Áðrenn fyrru hálvfinaluna í steypakappingini verða øll gul kort strikað, hetta er eisini galdandi, um bert ein hálvfinaludystur verður leiktur.
Bolt.fo hevur tosað við leiðaran í kappingar- og dómaradeildini hjá FSF, Ásu K. Kalsø, fyri at spyrja um, hvussu reglugerðin skal skiljast í hesum føri hjá Noah. Hon sigur, at fær leikari gult kort í 1/8 finaluni og 1/4 finaluni, so hevur hann leikbann fyrru hálvfinaluna.
Sostatt hevur Noah Mneney hjá HB leikbann í morgin, tá HB fær vitjan av Víkingi.