KÍ hevði møguleikar til at stongja dystin, men tók ikki av og í næstan síðsta sparkinum í dystinum fekk HB javnað.
Tað endaði 2-2 í toppdystinum millum HB og KÍ í Gundadali í dag. HB kom næstan beinanvegin á odda, tá KÍ misti bóltin í uppspælinum og tað revsaði Brá Zakariasardóttir við sera flottum langskoti frá eini 20 metrum. KÍ hevði ein góðan møguleika at javna, men sum heild vóru fáir málmøguleikar í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki legði KÍ trýst á. Eyðvør Klakstein javnaði við góðum skoti og innskifta Tóra Mohr legði KÍ á odda, tá hon var fyrst á innleggi. Eftir hetta fór HB at satsa meir, og tað gav KÍ onkran stóran málmøguleika, men KÍ tók ikki av at punktera dystin. HB fekk so eitt fríspark í vandmiklari støðu í 94. minutti. KÍ fekk ikki ruddað burur, og so bleiv Rúna Jacobsen púra leys og hon javnaði til 2-2 í nærum síðsta sparki í dystinum.
Ein sera spennandi dystur og eitt úrslit sum ger, at bara málmunurin skilir hesar báðar FM-favorittarnar eftir fimm umfør.