Sunnudagin spæla HB og KÍ toppdyst í Gundadali.
Hetta er fyrsti toppdystur í landskappingini hjá kvinnum í ár millum tey bæði liðini, sum nærum allir viðmerkjarar undan kappingini tippaðu at enda sum tey bæði fremstu liðini. Og taka vit FSF-blaðið, so tippaði fimm av teimum 10 viðmerkjarunum, at KÍ fór at vinna FM, meðan hinir fimm tippaðu, at HB fór at vinna FM.
Bæði liðini hava fult stigatal fyri fýra umfør, so nógv bendur á, at hetta verða liðini, sum fara at kappast um FM.
Dysturin í Gundadali sunnudagin byrjar kl. 12.00. Dómari verður Emil Tórhallur Thomsen.