Reglarnir eru broyttir síðstu árini, soleiðsi at ein nú ikki kikann fáa sær seinna gula kortið í steypakappingini fyri at sita yvir í landskappingini.
Um leikarar fáa reyð kort vegna tvær ávaringar, so er leikbannið galdandi í kappingini, sum kortini komu í. Tað merkir m.a., at Ahmed Latif, sum fekk reytt kort vegna tvey gul kort hjá B68 móti Víkingi, hevur leikbann móti EB/Streymi sunnudagin og ikki móti KÍ í seypakappingini í kvøld.
Hetta ger eisini, at leikarar ikki fara at kunnu fáa sær seinna gula kortið ''við vilja'', sum vit hava sæð onkur ár, so teir t.d. kunnu spæla steypafinaluna. Áðrenn hálvfinalurnar verða øll gul kort strikað, so skal ein missa steypafinaluna skal ein fáa gult kort báðar hálvfinalurnar.
Í kappingarreglunum grein 37a stk 5 stendur:
Stk. 5. Givnar ávaringar føra við sær leikbann fyri viðkomandi leikara í teirri deild hann hevur fingið ávaringina. Ávaringar givnar í steypakappingum eru bert galdandi fyri dystir í steypakappingini, eisini tá talan er um reytt kort vegna tvær ávaringar í sama dysti. Ávaringar givnar í landskappingini eru bert galdandi fyri dystir í landskappingini, eisini tá talan er um reytt kort vegna tvær ávaringar í sama dysti. Hetta leikbann verður at yvirsita í steypakappingini sama ár. Um liðið er úti av steypakappingini, verður leikbann at sita av fyrstkomandi landskappingardyst. Um lands- og steypakappingin er liðug, verður leikbann at yvirsita fyrstkomandi dyst/dystir.