Aftur í dag tóku fleiri av vanligu botn 5 liðunum stig frá vanligu topp 5 liðunum.
Tá vit tosa um topp 5 og botn 5 í hesum føri, so eru tað feløgini, sum síðstu 10 árin i hava ligið har við undantaki av 2022. Í løtuni liggur AB frammanfyri Víking, men vit rokna hagtølini sum um at topp 5 endar við somu liðum, tá 27 umfør eru leikt. Eisini fyri at kunna samanbera við undanfarna ár.
Og vit síggja, at her er røringur komin í. Botn 5 liðini eru í nógv størri mun enn í fjør farin at bjóða av. Av 21 dystum hevur botn 5 fingið stig í sjey og í fjør fekk botn 5 stig í 10 dystum av teimum 75 dystunum tilsamans. Afturat hesum kann nevnast, at í fleiri dystum hevur verið skorað í síðstu sekundunum, so talið kundi verið hægri.
Eftir 7. umfar hevur einki av teimum vanligu topp 5 liðunum fingið fulla úrtøku móti vanligu botn 5 liðunum.
Úrslit:
3. umfar: EB/Streymur-KÍ 0-0
5. umfar: B36-Skála 0-0
6. umfar: B68-HB 3-1
6. umfar: Skála-Víkingur 0-0
6. umfar: AB-KÍ 1-1
7. umfar: Skála-NSÍ 3-3
7. umfar: Víkingur-B68 2-2
Dystir: 21
í prosentum: 33 %
Í 2025:
Dystir: 75
Botn 5 fingið stig móti topp 5: 10 dystir
(harav botn 5 fingið stig móti topp 3(45 dystir): Ein dyst)
Í prosentum: 13 %