KÍ ynskir at styrkja hópin við einum leikara afturat.
Nógv bendur á, at Mads Boe Mikkelsen ikki heldur fram í KÍ, og tað ger, at KÍ helst fer at fáa ein álopskendan leikara í hópin afturat. KÍ er á venjingarlegu í Albir í Spania og har er ein leikari til royndarvenjing. Talan er um leikaran Oussama Ali, sum er 25 ára gamal leikari úr Norra við røtrum úr Tunesia. Í 2025 og 2024 spældi hann í bestu deildini í Tunesia. Sambært Transfermarkt spældi hann tveir dystir í 2025 og 22 í 2024.