Fyri liðini sum ikki luttaka í altjóða fótbólti hevur tað stóran fíggjarligan týdning, at liðini í altjóða fótbólti klára seg væl.
Fyri einum ári síðani kom ein nýggj skipan fyri solidaritetspengar. Hetta var ein skipan hjá EFC (sum fyrr nevndist ECA), sum gjørdi, at sama upphædd skuldi gevast til øll liðini í bestu deildini. Møguligt var at gera eina skipan fyri hvørt land, sum koyrdi pengar til lið í lægri deildum, men til tað kravdist, at tveir triðingar av liðunum í bestu deildunum søgdu gott fyri tí.
Feløgini samdust um eina skipan, har meistararnir lata 30 % av sínum pengum, evropaliðini lata ein lægri part av sínum pengum og so lata hini liðini ein lítlan part, sum so fer niður í 1.deild saman við einari upphædd, sum FSF koyrir í, sum eisini umfatar liðini sum eru lægri enn 1.deild. Sostatt dettur einki felag niðurímillum. Síðani er skipanin hjá EFC tann, at einki lið, sum kemur í deildarspæl, fær part av upphæddini.
Fyrsta árið var samlaða upphæddin 18,5 milliónir. Nú økist samlaða upphæddin væntandi uppá 22,4 milliónir fyri kappingarárið 2025/26.
Upphæddin ávirkast nógv av úrslitunum
Vit hava nú fingið innlit í, hvussu hesar upphæddir verða roknaðar, og har kann staðfestast, at góð úrslit í altjóða fótbólti hjá feløgunum hava sera stóran fíggjarligan týdning fyri feløgini, sum ikki luttaka í altjóða kapping. Upphæddin verður roknað eftir, hvar londini liggja á styrkislistanum fyri feløg og hvussu úrslitini eru júst hetta kappingarárið. Í ár fingu Føroyar 20,8 mió fyri at verða nr. 38 og 1,5 millión fyri úrslitini í altjóða kappingum hetta kappingarárið. Einki føroyskt lið kom í deildarspæl og tí var hesin parturin lágur. Høvdu Føroyar havt eitt lið í deildarspæli, so er sannlíkt, at hesin parturin øktist við trimum milliónum til samlaðu puljuna.
Vit kunnu samanbera upphæddina eftir núverandi skipan, um tað gekk sum í 2020(vánaligasta árið) ella 2023 (besta árið). Í 2020 stóu Føroyar seg vánaligast við at liggja á 53. plássi av 55 limalondum, har einki lið kom í bólkaspæl ella deildarspæl. Í 2023 komu Føroyar uppá 38. pláss og fingu eitt lið í deildarspæl.
Í 2020 vildu Føroyar eftir núverandi skipan fingið 13,4 milliónir, meðan Føroyar í 2023 vildu fingið 25,4 milliónir. Ein munur á heili 12 milliónir í samlaðu puljuna. Og av teimum 25,4 vildi eina liðið í tí førinum ikki fingið part av puljuni, tí tað kom í deildarspæl.
Fyri lið sum 07 Vestur, B68 og EB/Streym, sum á hvørjum ári hava luttikið í bestu deildini hesi árini, men ikki luttikið í altjóða fótbólti, so hevði munurin á EFC-inntøkum verið sera stórur. Við úrslitunum í 2020 vildu hesi fingið 1,3 millión (minus tað sum tey velja at lata frá sær), meðan tey eftir úrslitunum í 2023 vildu fingið 2,8 milliónir (minus tað sum tey velja at lata frá sær). Um eingin serskipan er, so vildi munurin í krónum millum hesi bæði árini til feløg sum 07 Vestur, B68 og EB/Streym verið ein inntøka á 1,5 millión, sum eru sera nógvir pengar hhjá liðum, sum ikki luttaka í altjóða fótbólti. Siga vit at tey lata 17 % frá sær í semju í føroysku skipanini, so hevði munurin verið 1,2 millión.
Núverandi avtala millum føroysku feløgini er galdandi fyri tvey ár afturat og við tí avtaluni hevur tað eisini týdning fyri liðini í lægri deildunum, at Føroyar standa seg væl í altjóða fótbólti.
Í løtuni liggja Føroyar á 40. plássi á UEFA-styrkislistanum fyri feløg.