NSÍ hevur kunngjørt, at landsliðsleikarin Viljormur Davidsen skiftir til barndómsfelagið. Hendan flytingin hevur verið nógv at hoyrt í leysasøgunum síðstu vikurnar og søgurnar vístu seg at passa. NSÍ fær sostatt ein royndan styrk til verjupartin.
NSÍ skrivar:
VILJORMUR KEMUR HEIM
34 ára gamli Viljormur Davidsen, ið er uppvaksin í felagnum, verður aftur at síggja í gulu blusuni komandi trý árini
Viljormur flutti til Danmarkar bert 15 ára gamal, har hann spældi við ungdómsliðnum hjá OB. Viljormur hevur síðani umboðað fleiri feløg í Danmark. Viljormur var heima í Føroyum og vendi í 2012, har hann spældi tríggjar dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, áðrenn hann aftur fór til Danmarkar at royna seg.
Viljormur flutti til Føroyar í 2023, har hann síðani hevur spælt við HB.
Viljormur hevur valt at koma aftur til barndómsfelagið, og tað gleðast vit um í NSÍ
Vit vilja ynskja Viljormi hjartaliga vælkomnan heim, og gleða okkum at fylgja honum komandi trý árini.