Meðan landskappingin talar fyri einum KÍ-sigri, so talar steypasiðvenjan fyri einum Víkingasigri.
Víkingur og GÍ hava sterka steypasiðvenju. GÍ vann steypakappingina seks ferðir og síðani Víkingur bleiv stovnað í 2008 hevur unga felagið vunnið steypakappingina seks ferðir. Eins nógvar ferðir sum KÍ hevur tilsamans í síni søgu. Tað hoyrir tó til søguna, at KÍ luttók ikki í steypakappingini níggju av árunun, har felagið annars kappaðist í toppinum í landskappingini. Tað vóru árini 1956 (møttu ikki upp til dystin), 1958, 1959, 1960, 1961, 1962, 1963, 1964 og 1970(noktaðu at spæla finaluna). Fyrsta steypakappingin í Føroyum var leikt í 1955.
Kelda: FaroeSoccer
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið í 2025 hava: