logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Fýra til B36 og eitt í part til Víking og Skála
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fýra til B36 og eitt í part til Víking og Skála

Skrivað : Tíðindaskriv | 14.09.2025 - 13:04

B36 gjørdi bart, og vann tríggjar av fýra steypafinalum, sum árstalsfelagið tók lut í leygardagin, meðan Víkingur og Skála vunnu hvør sín steypasigur.

Tá klokkan nærkaðist níggju leygarkvøldið kom eitt drúgvt, stuttligt og spennandi steypafinaluvikuskifti at enda. Í alt seks steypafinalur vóru á skránni, og stóri vinnarin var B36, sum vann fýra av fimm finalum, sum árstalsfelagið tók lut í.

Lagt var fyri fríggjakvøldið, tá B36 vann 3-0 á AB í steypafinaluni hjá U21, og síðani vórðu fimm finalur spældar leygardagin.

Samanlagt vann B36 fýra steypafinalur, meðan Víkingur og Skála vunnu hvør sín steypasigur.

U13 dreingir
Leygardagurin byrjaði við finaluni hjá U13 dreingjum, sum var ímillum Víking og B36. Úrslitið gjørdist 4-1 til B36, sum var á odda 3-1 í hálvleikinum.

MYNDIR

Hjalti Rógvason skoraði tvey mál, meðan Filip Andreasen og Jógvan Bárðarson gjørdu hvør sítt. Málið hjá Víkingi skoraði Sámuel Amkelani Skoradal.

Aftaná dystin var Hjalti Rógvason valdur til dagsins spælara.

U13 gentur
Í steypafinaluni hjá U13 gentum var tað eisini B36, ið var omaná. Í finaluni vann árstalsfelagið 2-1 á 07 Vestur.

Liðini løgdu bragdliga fyri við málskjótingini, tí longu í fimta minutti legði Inga Josefina Selfoss 07 Vestur á odda. Lítla løtu seinni javnaði Ró Apolonia Hansdóttir, og tá eitt lítið korter var spælt var ein 07 Vestur spælari óheppin at beina bóltin í egið mál, og so var 2-1 til B36.

MYNDIR

Fleiri mál komu ikki, og so fór B36 avstað við triðja steypasigrinum á rað. Aftaná dystin var Ró Apolonia Hansdóttir vald til dagsins spælara.

U15 dreingir
Í finaluni hjá U15 dreingjum vóru tað aftur Víkingur og B36, ið brustu saman, og hesaferð hilnaðist betri hjá teimum ljósabláu. Úrslitið gjørdist 2-1 til Víking.

MYNDIR

Dagsins spælari, Emil Ludvig Jacobsen skoraði bæði málini fyri Víking, meðan málskjúttin hjá B36 var Filip Bendix Laursen.

U16 gentur
Í fjórðu steypafinaluni sum varð spæld leygardagin var eingin ivi. Skála, ið eisini er greitt oddalið í landskappingini, vann 4-0 á FC Hoyvík.

Dagsins spælari, Sara Benjaminsen legði tær appelsingulu á odda 1-0 og 2-0, Lilja Dam Jacobsen økti til 3-0, áðrenn Sara Benjaminsen fýra minuttir fyri leiklok staðfesti sigurin.

MYNDIR

U17 dreingir
Fyri triðju ferð leygardagin stóðu B36 og Víkingur yvir av hvør øðrum í einari finalu, og fyri fjórðu fer hetta vikuskiftið stóð B36 eftir við steypasigrinum.

Dysturin var tættur og spennandi, men tá avtornaði vunnu teir hvítu úr Havn 2-1. Bjarti Hansen legði B36 á odda tá hálvur tími var farin, og seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá Axel Holm Simonsen økti til 2-0.

MYNDIR

Eitt stórt korter fyri leiklok birti Emil Ludvig Jacobsen eina lítla vón fyri teir ljósabláu, og síðstu løtuna løgdu Víkingarnir nógv fyri fyri at javna. Men ungu B36-ararnir stíddust manniliga, og so endaði enn eitt steyp í B36-húsinum,

Aftaná dystin var Heini Sólheim Guttesen úr B36 valdur til dagsins leikara.

Nógvir áskoðarar
Sum heild eydnaðist steypafinaluvikuskiftið sera væl, og samanlagt vóru eini 1.500 til 2.000 áskoðarar á Tórsvølli fríggjakvøldið og leygardagin.

Atgongumerki til finalurnar er eisini ein lutaseðil. At vinna er 2 atgongumerki til heimadystirnar hjá manslandsliðnum í oktobur, og tvær landsliðstroyggjur.

Vinnarin verður funnin í morgin, mánadagin 15. septembur.

Um tvær vikur, leygardagin 27. septembur verður steypafótbóltur aftur at síggja á Tórsvølli, tá steypafinalurnar hjá kvinnum eru á skránni.

Share

Nýggjastu tíðindir

U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Alex Freyr Elísson er bakkurin við flest uppleggum í MeistaraDeildini
Alex Freyr Elísson er bakkurin við flest uppleggum í MeistaraDeildini
Kappast um undirskriftina hjá Géza Dávid Turi
Kappast um undirskriftina hjá Géza Dávid Turi
Impulsskeið við Superligavenjara
Impulsskeið við Superligavenjara
Petur Knudsen hevur verið avgerandi móti KÍ
Petur Knudsen hevur verið avgerandi móti KÍ
Fyrrverandi B71-leikari mitt í stórum Liverpool-samráðingum
Fyrrverandi B71-leikari mitt í stórum Liverpool-samráðingum
Føroysku genturnar skoraðu fyri FC Nordsjælland
Føroysku genturnar skoraðu fyri FC Nordsjælland
Føroyar geva 17,7 % av spælitíðini til U21-leikarar
Føroyar geva 17,7 % av spælitíðini til U21-leikarar
Vikuliðið frá 20. umfari
Vikuliðið frá 20. umfari
Ynskja at keypa Aron Benjaminsen fyri eina millión
Ynskja at keypa Aron Benjaminsen fyri eina millión
B68 skal hava nýggjan venjara
B68 skal hava nýggjan venjara
NSÍ vann eitt stig
NSÍ vann eitt stig
Væntað mál frá 20. umfari
Væntað mál frá 20. umfari
Føroysku fótbóltskortini eru aftur í handlunum!
Føroysku fótbóltskortini eru aftur í handlunum!
Daniel Obbekjær gjørdist stóra hetjan hjá NSÍ
Daniel Obbekjær gjørdist stóra hetjan hjá NSÍ
Toppdystur og botndystur
Toppdystur og botndystur
Dómararnir komandi umfar
Dómararnir komandi umfar
Javnleikur í Klaksvík
Javnleikur í Klaksvík
Hesir hava leikbann í 20. umfari
Hesir hava leikbann í 20. umfari
Riga FC hevur fleiri ferðir verið heilt nær bólka- ella deildarspælinum
Riga FC hevur fleiri ferðir verið heilt nær bólka- ella deildarspælinum

Stigatalvan 2026

1. NSÍ41 stig
2. KÍ38 stig
3. HB34 stig
4. B3634 stig
5. Víkingur33 stig
6. AB23 stig
7. EB/Streymur20 stig
8. Skála20 stig
9. 07 Vestur17 stig
10. B6815 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ9 mál
Aron BenjaminsenVíkingur7 mál
Simon JørgensenSkála7 mál
Michal PrzybylskiNSÍ7 mál
Páll A. KlettskarðKÍ7 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ16 upplegg
Luca ThorstensenAB9 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur9 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ7 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ22 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur16 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ14 mál/upplegg
Marius K. LindhNSÍ12 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 20. umfar

NSÍ14 mál
KÍ13 mál
Skála12 mál
EB/Streymur10 mál
B689 mál
AB9 mál
Víkingur8 mál
B368 mál
HB6 mál
07 Vestur5 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ6 mál
NSÍ7 mál
Víkingur8 mál
B36 8 mál
EB/Streymur9 mál
AB10 mál
Skála10 mál
07 Vestur10 mál
HB11 mál
B6815 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB29 mál
NSÍ27 mál
KÍ26 mál
B3622 mál
Víkingur21 mál
AB19 mál
EB/Streymur15 mál
07 Vestur12 mál
B6811 mál
Skála8 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

Víkingur10 mál
KÍ13 mál
HB13 mál
B3613 mál
NSÍ15 mál
AB20 mál
EB/Streymur20 mál
Skála21 mál
07 Vestur22 mál
B6825 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. HB38 stig
2. KÍ37 stig
3. Víkingur24 stig
4. Skála11 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur8 stig
2. B366 stig
3. FC Suðuroy4 stig
4. ÍF1 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+5 mál
Julia Naomi MortensenHB11 mál
Brá ZakariasardóttirHB9 mál
Sólja ErnsdóttirKÍ8 mál
Malena OlsenKÍ7 mál
Tóra MohrKÍ7 mál
Tórunn H. JoensenKÍ7 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (5)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ15
Páll KlettskarðKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026