Fyri fyrstu ferð hesa øldina fáa vit eina FM-finalu í landskappingini í síðsta umfarinum. Áhugin fyri dystinum tykist og væntast at blíva sera stórur.
Í 2005 høvdu vit eina líknandi støðu í landskappingini, tá B36-HB spældu síðsta dyst, men í tí stríðnum var eitt triðja lið eisini við, tí endaði dysturin við javnleiki, so kundi eitt annað lið (Skála) vinna FM.
Hesa ferð snýr tað seg bara um tvey lið, og annað av liðunum í Gundadali leygardagin stendur eftir við FM-steypinum. Vit hava hugt eftir, hvørji størstu áskoðaratølini eru til dystir í Føroyum.
Til FM-finaluna í 1972 millum HB-KÍ vóru 3450 gjaldandi áskoðarar sambært KÍ-søgubókini hjá Árna Dahl. Í finaluni um Løgmanssteypið vóru tað í 2016 millum Víking-KÍ 4652 gjaldandi áskoðarar. Tað er óvist, um tað hava verið fleiri áskoðarar til nakran dyst í føroysku kappingini. Til FM-finaluna í 2005 vóru nógvir áskoðarar, men enn hevur ikki eydnast okkum at fingið talið fyri gjaldandi áskoðarar hendan dagin. So er spurningurin, um áskoðaratølini til dystin leygardagin koma upp á hetta støðið. Í øllum førum hevur kassameistarin í B36 nakað at gleða seg til.
Stuðlað FM-endabrestinum á bolt.fo hava:
Sp/f Baldvin Baldvinsson málarameistari