Í kvøld vitjaði fyrrverandi B36-venjarin Jákup á Borg.
FC Hoyvík skrivar á síni facebook síðu, at høvuðsungdómsvenjarin, Allan Mørkøre, regluliga skipar fyri fyrilestrum fyri venjararnar í felagnum.
FC Hoyvík skrivar soleiðis:
Í kvøld hevur Allan Mørkøre, høvuðsungdómsvenjari, bjóða øllum venjarum felagsins til ein fyrilestur við Jákupi á Borg. Jákup greiddi millum annað frá týdninginum av venjaraleiklutinum í einum fótbóltsfelagi. Jákup hevur drúgvar royndir bæði sum spælari og sum venjari, og kennir tí venjaraleiklutin frá báðum síðum.
Allan hevur skipað fyri mánaðarligum venjarafundum, og í næstum koma fleiri fyrilestrarhaldarar á gátt at kveikja, læra frá sær og geva íblástur til okkara venjarar.