Komandi vikuskifti er 2.umfar í Betri Deildini hjá kvinnum á skránni. Fyrsti dysturin er fríggjakvøldið í Sarpugerði, tá Víkingur tekur ímóti KÍ. Bæði liðini vunnu sínar dystir í fyrsta umfari og hava um fulla úrtøku undan dystinum fríggjakvøldið.
Leygardagin er dystur millum EBS/Skála og 07 Vestur. EBS/Skála fingu eina góða byrjan í fyrsta umfari, tá tær vunnu 5-0 á AB/Skála. Nú kemur 07 Vestur á vitjan, sum eins og AB/B71 eisini er nýtt lið í Betri Deildini hjá kvinnum.
Sunnudagin verða tveir dystir spældir. Grannauppgerð er í Gundadali millum HB og B36. HB er oddalið eftir at tær vunnu 6-0 í fyrsta umfari ímóti 07 Vestur. B36 taptu tepurt 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi í fyrsta umfari. Hin dysturin sunnudagin er millum AB/B71 og NSÍ.
Dystirnir í 2.umfari eru hesir:
Fríggjakvøldi:
Víkingur-KÍ
Leygardagin:
EBS/Skála-07 Vestur
Sunnudagin:
HB-B36
AB/B71-NSÍ