Víkingur hevur ment sín álopspart nógv hetta kappingarárið.
Víkingur á 2. plássi hevur skorað 26 mál, eitt mál færri enn KÍ. Og vóru Víkingar eins effektivir sum KÍ, so høvdu teir skorað flest mál.
Tí væntað mál hjá Víkingi er 23, og tað er tað hægsta í deildini. HB hevur 21 og KÍ 20.
26 mál er tað mesta, sum Víkingur hevur skorað fyrsta triðing av kappingini í søgu felagsins. Telja vit GÍ uppí, so skulu vit aftur til 2001, tá GÍ skoraði 33 mál fyrsta triðing.
Kelda: FaroeSoccer