Fyri fyrstu ferð í sjey ár skal B36 ikki spæla Evropa-fótbólt í 2021.
Talan bleiv um eina spennandi hálvfinalu í Runavík millum B36-Víking í kvøld. Víkingur hevur ikki fingið stig móti nøkrum topp 4 liði síðani 12. august - í Runavík móti NSÍ.
Undan dystinum var áhugavert at síggja, at B36-leikarin Magnus H. Jacobsen var tøkur eftir, at hann annars stóð til at hava fingið leikbann fyri tveir dystir fyri sítt reyða kort í 27. umfari. Annars var áhugavert, at Andrass Johansen fekk møguleikan frá byrjan hjá B36. Hjá Víkingi fekk 17 ára gamli Noah Mneney møguleikan á miðvøllinum frá byrjan.
Dysturin var sum heild javnur, har liðini skiftust um at hava yvirtakið. Víkingur átti munin í stórum málmøguleikum, men hálvleiksstøðan var 1-1. Í einu støðuni vóru Víkingar hepnir, at brotsspark ikki bleiv dømt. Í seinna hálvleiki fekk Símun Rógvi Hansen beinleiðis reytt kort, tá hann brúkti armarnar uttanfyri brotsteigin. Nakað seinni skeyt Ari Olsen sigursmálið og sostatt skoraðu báðir leikararnir, ið komu frá Skála undan kappingarárinum, fyri Víking.
Samanumtikið var tað í lagi, at Víkingur kom víðari. Víkingar stríddust øgiligt og spældu kanska sín besta gjøgnumførda dyst alt kappingarárið, um vit bara hyggja eftir dystum móti topp 4 liðum. B36 vísti góðan hugburð eftir reyða kortið og kundi havt javnað. Tað sum stendur eftir er, at Víkingur annað árið á rað skal spæla steypafinalu, meðan B36 fyri fyrstu ferð í sjey ár ikki spælir seg til eitt Evropapláss.