Ungdómsdeildin hjá Víkingi fær góð úrslit fyri tíðina.
Í fjør vann Víkingur onkra steypakapping og okkurt FM á dreingjasíðuni og hetta heldur fram í ár. Víkingur vann FM hjá U17-dreingjum. At enda gjørdist talan um greitt meistaraheitið, tí sjey stig vóru frá Víkingi og niður til HB á 2. plássi. KÍ endaði á 3. plássi.
Víkingur vann 8 av 10 dystum í endaspælinum og tapti ongan dyst.