Bolt.fo er í gongd við at gera eina størri kanning av føroyskum fótbólt, har dentur er blivin lagdur á ungdómsfótbólt og tal av íðkandi ímun til fólkatal.
Tal av liðum í 2019 (U7 íroknað)
1. B36 28
1. HB 28
3. KÍ 20
4. Víkingur 18
5. EB/Streymur 15
6. AB 13
6. NSÍ 13
8. 07 Vestur 12
8. FC Hoyvík 12
8. Skála 12
11. TB 9
11. B68 9
13. MB 8
14. B71 7
14. ÍF 7
16. FC Suðuroy 6
17. Royn 2
18. Undrið 0
Felagslið: TB/FCS/Royn 2
Fólkagrundarlag (sí frágreiðing niðast í greinini, hvussu funnið er fram til hesi tøl)
1. B36 1085,5
1. HB 1085,5
3. KÍ 743
4. NSÍ 360
5. EB/Streymur 338
6. FC Hoyvík 315
7. Víkingur 312
8. 07 Vestur 278
9. AB 276
10. FC Suðuroy 252
11. Skála 246
12. TB 209
13. B68 188
14. ÍF 180
15. B71 143
16. MB 124
17. Royn 71
Felagslið TB/FC Suðuroy/Royn: 532 (Royn 13,3 %, TB 39,3 %, 47,4 %)
Íbúgvar pr. lið: (her skal havast í huga fyrivarni, tí í summum feløgum spæla somu leikarar við fleiri liðum og her telur eitt lið á fullum vølli eins nógv sum eitt U7 lið, har bara fáir leikarar spæla inni)
MB 15,5
Víkingur 17,3
B71 20,4
Skála 20,5
B68 20,9
AB 21,2
TB 21,3
EB/Streymur 22,5
07 Vestur 23,2
ÍF 25,7
FC Hoyvík 26,3
NSÍ 27,7
Royn 31,3
FC Suðuroy 36,3
KÍ 37,2
HB 38,8*
B36 38,8*
* Hetta talið broytist alt eftir, hvussu stóran part av Norðstreymoy vit siga, at tey ''eiga''. Koyra vit t.d. Kollafjørð við bygdunum niður á 50 % og Vestmanna við bygdunum niður á 25 %, so verður talið hjá HB og B36 35,1 leikara pr. lið.
Hetta vísir, at MB í 2019 hevði flest lið ímun til fólkatal, um vit bara hyggja eftir liðum. Her er talan bara um tal av liðum og ikki tal av íðkandi persónum. MB brúkti 15,5 fólk til at manna hvørt lið, meðan størru feløgini brúktu næstan 40 fólk til at manna hvørt lið.
Keldur: Hagstova Føroya og FSF (ársfrágreiðing)
Útgreiningar fyri fólkagrundarlagnum hjá hvørjum felag:
Leikarar tilsamans á mannfólkasíðuni 5-21 ár 1. januar 2019 á Streymoynni:
Stóra uppgávan er, at bólka hesi plássini til, hvat felag tey hoyra til.
HB, B36, AB og FC Hoyvík (Undrið hevur næstan ongantíð havt nakað ungdómslið)
Tórshavn: 1437
Hoyvík: 630
Argir: 276
Kaldbak og Hvítanes: 43
Kirkjubøur, Velbastaður og Syðradalur: 59
(Oyggjar sum ikki hava fótbóltslið og sum mugu sigla til eitt felag telja ikki við í nøkrum felag)
Tilsamans: 2445
Umframt hetta hava havnarliðini leikarar frá plássum í Norðstreymoy, har EB/Streymur og 07 Vestur (í øllum førum søguliga sæð) eisini hava havt leikarar:
Kollafirði, Oyrareingjum og Signabø: 121
Vestmanna, Kvívík, Leynar, Skælingur, Stykkið, Válur: 196
Eftir at hava kannað hetta eitt sindur, er ein niðurstøða, at EB/Streymur lítið og einki ''eigur'' av Kollafirði longur, meðan Tórshavn eisini hevur ''vunnið slagið um Vestmanna og Kvívík og smá bygdirnar har áleið, har leikarar ikki longur spæla nakað nevnivert við 07 Vestur. Hesar bygdir liggja tó so mikið langt frá Tórshavn, at vit hava valt at koyra helvtina av Vestmanna til stóru feløgini í Tórshavn og hina helvtin hoyrir ikki nakað felag. Ein kann sjálvur broyta tølini, um ein heldur, at hetta ikki er rætta býtið. Sum eitt uppskot hava vit sett býtið soleiðis
Tórshavn: HB og B36 (50/50)
Hoyvík: FC Hoyvík 50 %, HB 25 % og B36 25 %)
Argir: AB
Kaldbak, Hvítanes, Kirkjubøur, Velbastaður og Syðradalur: HB og B36
Kollafjørður, Oyrareingjum og Signabø: HB og B36
Helvtin av Vestmanna, Kvívík, Leynar, Skælingur, Stykkið, Válur: B36 og HB
Helvtin av Vestmanna, Kvívík, Leynar, Skælingur, Stykkið, Válur: B36 og HB
Helvtin av Vestmanna, Kvívík, Leynar, Skælingur, Stykkið, Válur: Eingin
Býtið fyri HB og B36 verður tí hetta:
Tórshavn: 718,5
Hoyvík: 157,5
Smærru bygdirnar rundan um Tórshavn: 51
Kollafjørður og smærru bygdirnar rundanum: 60,5
Vestmanna og smærru bygdirnar rundanum: 98
Tilsamans: 1085,5
Hesi pláss er ikki bólkað til nakað felag:
(Oyggjar uttan felag og koyrisamband til felag) Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Hestur, Nólsoy, Skúvoy, Stóra Dímun: 37
Oyndarfjørður, Gjógv, Elduvík, Funningsfjørður og Hellurnar: 21
ÍF 180
Fuglafjørður
Víkingur 312
Leirvík
Undir Gøtueiði
Gøtugjógv
Norðragøta
Syðrugøta
Skála 246
Innan Glyvur
Kolbeinagjógv
Selatræð
Strendur
Skála
Skálabotnur
B68 188
Nes
Saltnes
Toftir
NSÍ 360
Æðuvík
Glyvrar
Lamba
Rituvík
Runavík
Saltangará
Skipanes
Søldarfjørður
Lambareiði
EB/Streymur 338
Eiði
Ljósá
Svínáir
Norðskáli
Oyrabakki
Oyri
Haldórsvík
Langasandur
Tjørnuvík
Hvalvík
Streymnes
Hósvík
07 Vestur 278
Sandavágur
Vatnsoyrar
Sørvágur
Bøur
Gásadalur
MB 124
Miðvágur
B71 143
Sandur
Skopun
Skálavík
Dalur
Húsavík
Skarvanes
Royn 71
Hvalba
Sandvík
TB 209
Froðba
Trongisvágur
Tvøroyri
Ørðavík
Ørðavíkslíð
Fámjin
FC Suðuroy 252
Hov
Porkeri
Vágur
Lopra
Sumba
Akrar