Víkingur hevði í kvøld sín árliga aðalfund. M.a. kom frá á fundinum, at heili 25 prosent av fólkatalinum í Eysturkommunu eru íðkandi í Víkingi.
Víkingur skrivar:
NEVNDIN HELDUR FRAM
Mánakvøldið 8. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð.
Svenn Olsen varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara.
Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.
Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.
Jákup Poulsen greiddi eitt sindur frá ungdómsarbeiðinum í felagnum, sum telur uml. 40 ungdómsvenjarar og 500 íðkandi limir. Hetta svarar til umleið 25% av fólkatalinum í Eysturkommunu - Gleðiligt!
Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.
Tríggir nevndarlimur stóðu fyri valið; Brandur Jacobsen, Elin Vatnhamar Olsen og Jeffri Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Brandur Jacobsen, formaður
Ólavur Thomsen, næstformaður
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Hanna E. Olsen, nevndarlimur
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Jákup Poulsen, nevndarlimur
Vit gleða okkum til kappingarárið 2021!
Nevndin.
Hesi fólkini hava uppiborðið eitt herðaklapp fyri sítt megnar arbeiði!
Nevndin í Víkingi fer nú undir sítt fjóðra skeið uttan útskiftingar. At hava eina so støðufesta nevnd, skal ikki takast fyri givið, og so er tað eisini gleðiligt, at vit eru eitt av fáum feløgum í landinum, sum hava tvær kvinnur í nevndini