Víkingur avdúkar í kvøld 2-ára sáttmála við verjuleikara.
Talan er um 32 ára gamla Vukasin Tomic, sum Víkingar hava verið sera væl nøgdir við í ár. Hann telist millum kropsliga sterkastu leikararnar í deildini, staðfesta InStat tølini. Hann hevur spælt 23 av teimum 24 landskappingardystunum sambært FaroeSoccer og hevur skorað tvey mál.