ÍF-álopsleikarin er aftur effektivur í ár.
Sambært InStat, so hevur 32 ára gamli Uros Stojanov havt 7 málroyndir fyrstu trý umførini og allar málroyndirnar hava verið innanfyri málstengurnar. Fýra av teimum eru endaðar í málinum, og tað ger Uros Stojanov til toppskjútta í ár. Hann hevur tøl fyri væntað mál á 1,28, so talan er um effektivan leikara. Taka vit eitt dømi um tað øvugta, so sóu vit B36 leygardagin móti B68 hava 19 málroyndir, har bara tvær vóru innanfyri málstengurnar, so tað er ikki nøkur sjálvfylgja at hava álopsleikarar sum raka málið.
Í fjør skoraði Uros 17 mál, har hann hevði 13 væntað mál. Hann hevði 58 málroyndir, har 34 vóru innanfyri málstengurnar.