logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2022
    • Føroyingar uttanlands (yvirlit)
    • Lýsingar
Xads
Upptakt undan kvøldsins fjórðingsfinalum
Mynd: Bjarni Enghamar/B36.fo

Upptakt undan kvøldsins fjórðingsfinalum

Skrivað : Jákup Ósá | 18-05-2022 10:01

Í dag og í kvøld verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið leiktar. Tríggir stórfavorittar eru, meðan tann eini dysturin er meira spennandi á pappírinum.

Í Trongisvági tekur TB ímóti 07 Vestur kl. 15.00. Her er ein deild á muni, men TB hevur heimavøll og spælir sín størsta dyst hetta kappingarárið. Mangan hava liðini havt tað torført í Trongisvági. 07 Vestur er stórfavorittur at koma í hálvfinaluna, men møguleikarnir hjá TB skulu ikki avskrivast heilt. TB fær her møguleikan at síggja, á hvørjum stigi teir eru á í mun til eitt lið, sum teir mest sannlíkt skulu kappast móti um eitt ár.

Í Gundadali fær HB vitjan av AB kl. 18.00. Her koma liðini bæði við nýggjum venjarum í mun til seinast. HB hevur sent sín venjara til hús, meðan AB-venjarin hevur sagt upp. HB hevur funnið nýggja venjaran, meðan AB ikki hevur funnið sín. Og meðan fráfarandi HB-venjarin einki fekk at rigga síðstu dystirnar, so hevði AB-venjarin fingið AB-liðið at rigga og úrslitini síðstu tíðina vóru so mikið góð, at AB sum uppflytari liggur á 6. plássi. Tí er mest sannlíkt, at venjarabroytingarnar fyrstu tíðina fara at hava góða ávirkan á HB og tað øvugta hjá AB. HB er stórfavorittur at koma víðari.

Í Klaksvík er KÍ størsti favoritturin av øllum í dystinum móti ÍF kl. 18.30. Oddaliðið í Betri Deildini tekur ímóti oddaliðnum í 1.deild. Tað finnast neyvan nógvir fuglfirðingar, sum hava trúnna uppá at koma víðari. Síðstu árini hevur KÍ sum oftast vunnið greiðar sigrar móti ÍF og hesaferð er møguleiki fyri, at hesin sigurin verður enn størri. Tí ÍF hevur í ár fleiri ungar leikarar á liðnum, sum nærum ongar royndir hava at spæla móti slíkari mótstøðu, meðan KÍ hevur ein hóp, har kapping er um plássini og har leikararnir sum fáa møguleikan skulu vísa, at teir eiga rættin til spælitíð framyvir. Men KÍ møtir Víkingi sunnudagin í toppdysti, og tað kann gera, at tankarnir fara á tann dystin, tá hesin dysturin er avgjørdur, og so sleppur ÍF kanska undan einum heilt ljótum úrsliti.

Mest spennandi dysturin verður á Tórsvølli kl. 20.00. Tá tekur B36 móti Víkingi. B36 byrjaði illa og gjørdi einki við KÍ, HB og Víking og skoraði ikki so frætt sum eitt mál. Men síðani hevur liðið vent gongdini og í hinum dystunum hevur liðið fingið fult stigatal burtursæð frá javnleiki á Skála. B36 hevur spælt væl og skora nógv mál, har nógvir leikarar hava víst seg fram í álopspartinum. Nú kemur stóra royndin, um B36 fær bjóða teimum bestu av. Tí Víkingur er flúgvandi og kann sunnudagin vinna seg heilt inní meistarastríðið. Vit hava kanska aldrin sæð Víking spælt so væl sum í ár, og álopsspælið er fjølbroytt. Sølvi Vatnhamar, Bárður J. Hansen og Olaf Bárðarson taka kanska yvirskriftirnar, men har eru eisini nógvir aðrir, ið spæla væl. Víkingur hevur toppdyst móti KÍ sunnudagin og spurningurin er so, um tann dysturin fyllir nakað til hendan dystin. Skulu onkrir leikarar spæla færri minuttir av hesum og verða onkrir leikarar við snuddum spardir? Undir øllum umstøðum er lagt upp til ein spennandi dyst millum tvey lið, sum spæla við høgum sjálvsáliti og sum hava borgað fyri sera góðum álopsspæli síðstu vikurnar. Víkingur er favorittur, men B36 hevur eisini realistiskan møguleika at koma víðari. Seinast fekk Víkingur lætt spæl móti B36, men tað fáa teir neyvan hesaferð.

Share

Nýggjastu tíðindir

Mourinho keypir í Bodø/Glimt
Mourinho keypir í Bodø/Glimt
NSÍ hevur fingið nýggjan leikara
NSÍ hevur fingið nýggjan leikara
Fótvarpið eftirmetir 15. umfar og kappingina higartil
Fótvarpið eftirmetir 15. umfar og kappingina higartil
Er hetta besta liðið hjá Víkingi nakrantíð?
Er hetta besta liðið hjá Víkingi nakrantíð?
Hagtølini frá 07 Vestur-EB/Streymi
Hagtølini frá 07 Vestur-EB/Streymi
15 umfør: Hægsta stigatal í søguni hjá KÍ og Víkingi - NSÍ søguliga stóra afturgongd
15 umfør: Hægsta stigatal í søguni hjá KÍ og Víkingi - NSÍ søguliga stóra afturgongd
07 Vestur vann sera undirhaldandi dyst - HB á tryggum 3. plássi
07 Vestur vann sera undirhaldandi dyst - HB á tryggum 3. plássi
ÍF missir tveir leikarar
ÍF missir tveir leikarar
Breiddin hjá Víkingi vendi dystinum
Breiddin hjá Víkingi vendi dystinum
– Hetta er stuttligt og gott
– Hetta er stuttligt og gott
Skráin hjá Televarpinum fyri restina av 15. umfari
Skráin hjá Televarpinum fyri restina av 15. umfari
Frá Undrið til B68
Frá Undrið til B68
Skála vann kærumál móti ÍF viðvíkjandi uppalingarpengum um Jákup N. Olsen
Skála vann kærumál móti ÍF viðvíkjandi uppalingarpengum um Jákup N. Olsen
Nýggjur graslíkisvøllur inni í Vika á Argjum
Nýggjur graslíkisvøllur inni í Vika á Argjum
Jón Krosslá Poulsen verður hjálparvenjari hjá Sámal Eriki
Jón Krosslá Poulsen verður hjálparvenjari hjá Sámal Eriki
Fótvarpið um 15. umfar
Fótvarpið um 15. umfar
Hagtølini frá Skála-AB
Hagtølini frá Skála-AB
Valerijs Sabala skarar framúr í minuttum pr. mál
Valerijs Sabala skarar framúr í minuttum pr. mál
Jóannes K. Danielsen gjørt sáttmála við KÍ
Jóannes K. Danielsen gjørt sáttmála við KÍ
Hagtølini frá KÍ-NSÍ
Hagtølini frá KÍ-NSÍ

Leikaraflytingar á sumri 2022

LeikariFráTil
Jóannes K. DanielsenNæstvedKÍ
Rasmus Jepsen-JacobAB(Uttanlands)
Oleksandr ScnizhkoAlyansAB
Jake GrossAB(Uttanlands)
Samuel ChukwudiUnion SG U21HB
Hannes AgnarssonHellerupB36
Jacob AndersenVSK AarhusEB/Streymur
Niklas KruseEB/Streymur(Uttanlands)
Mads Winther07 Vestur(Uttanlands)
Salmundur BechEB/Streymur(Givin)
Uros StojanovB36Skála
Marius Hagen07 Vestur(Uttanlands)
Rasmus J. KnudsenNæsby07 Vestur
Matthias PræstMiddelfartAB
Anders HolvadFredericiaKÍ
Daniel ObbekjaerYork United07 Vestur
Jørgen NielsenÖsters IFNSÍ
Hugin Samuelsen(Uttanlands)B68
Rógvi PoulsenAB07 Vestur
Kristian AndersenNSÍ(Uttanlands)
Vís meira

Stigatalvan 2022

1. KÍ43 stig
2. Víkingur37 stig
3. HB28 stig
4. B3622 stig
5. EB/Streymur20 stig
6. AB16 stig
7. 07 Vestur15 stig
8. NSÍ15 stig
9. B6811 stig
10. Skála8 stig

Málskjúttar

Sølvi Vatnhamar Víkingur15 mál
Páll A. KlettskarðKÍ10 mál
Stefan RadosavljevicHB8 mál
Olaf BárðarsonVíkingur8 mál
Andreas L. Olsen Víkingur7 mál
Sebastian L. NielsenB687 mál
Jóannes BjartalíðKÍ7 mál
Árni FrederiksbergKÍ7 mál
Mads Borchers07 Vestur7 mál

Upplegg

Bárður J. HansenVíkingur12 upplegg
Árni FrederiksbergKÍ11 upplegg
Marius K. LindhAB7 upplegg
Jóannes BjartalíðKÍ7 upplegg
Sølvi Vatnhamar Víkingur6 upplegg
Andrass JohansenB365 upplegg
Adrian JustinussenHB5 upplegg
Pætur SkipanesNSÍ5 upplegg
Olaf BárðarsonVíkingur5 upplegg

Málstig

Sølvi Vatnhamar Víkingur21 mál/upplegg
Árni FrederiksbergKÍ18 mál/upplegg
Jóannes BjartalíðKÍ14 mál/upplegg
Olaf BárðarsonVíkingur13 mál/upplegg
Páll A. KlettskarðKÍ12 mál/upplegg
Marius K. LindhAB12 mál/upplegg
Bárður J. HansenVíkingur12 mál/upplegg
Andreas L. Olsen Víkingur11 mál/upplegg
Stefan RadosavljevicHB10 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 15. umfar

Víkingur18 mál
KÍ17 mál
HB12 mál
B689 mál
AB7 mál
EB/Streymur7 mál
Skála7 mál
NSÍ5 mál
B365 mál
07 Vestur4 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ1 mál
B36 3 mál
Víkingur4 mál
EB/Streymur4 mál
HB8 mál
Skála9 mál
B6813 mál
07 Vestur14 mál
NSÍ16 mál
AB19 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

Víkingur28 mál
KÍ26 mál
B3621 mál
AB16 mál
HB16 mál
NSÍ16 mál
07 Vestur15 mál
EB/Streymur14 mál
Skála10 mál
B684 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ3 mál
Víkingur9 mál
HB10 mál
B3611 mál
Skála18 mál
B6820 mál
07 Vestur22 mál
NSÍ23 mál
AB25 mál
EB/Streymur26 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB17 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ13 mál
P. KnudsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

1. KÍ27 stig
2. EBS/Skála23 stig
3. HB22 stig
4. NSÍ18 stig
5. B3616 stig
6. 07 Vestur12 stig
7. Víkingur11 stig
8. TB/FCS/Royn0 stig

Málskjúttar

Livyan SilvaB3612 mál
Jensa TórolvsdóttirVíkingur10 mál
Heidi Sevdal NSÍ9 mál
Kára DjurhuusEBS/Skála9 mál
Emma HansdóttirB369 mál
Lea JohannesenHB9 mál
Sissal Haraldsen07 Vestur8 mál
Lea LisbergEBS/Skála8 mál
Evelin Mastropasqua07 Vestur8 mál

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2022