Í 2019 flutti einki lið niður úr bestu deildini, tí eingin av møguligu uppflytarunum endaði í topp 3. Hesin regulin verður nú møguliga broyttur.
Bolt.fo veit frá góðum keldum, at uppskot verður lagt fyri aðalfundin hjá FSF komandi leygardag um, at verður støðan sum í 2019, at øll liðini í topp 3 í 1.deild hava lið úr bestu deildini, so skal ovasta liðið av teimum, ið kunnu flyta upp, flyta upp, óansæð endastøðu ella niður til væl lægri enn nr. 3. Verður tað hetta seinna, so kann eitt lið sum t.d. endar nr. 9 ella 10 ikki flyta upp. Tað vil siga, at vit altíð fáa minst ein uppflytara. Hetta verður galdandi fyri allar upp- og niðurflytingar í vaksnamannafótbólti. Sum skilst er góður møguleiki fyri, at at uppskotið verður samtykt, tí fleiri feløg bakka tað upp og eisini millum summi av stóru feløgini er undirtøka fyri uppskotinum.
Aðalfundurin hjá FSF verður komandi leygardag og tá fæst at vita, um vit fáa nýggjan regul sum sigur, at vit heilt vist fáa í minsta lagi ein uppflytara. Taka vit 1.deild í ár, so eru tað 07 Vestur, B68, B71 og FC Hoyvík, sum kappast um at flyta upp.