Talan hevur helst verið um eina av yngstu uppstillingunum hjá felagnum í nøkur ár.
Tá Víkingur í gjár vann 1-0 á TB í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, so hevði Víkingur, sum síðstu árini hevur havt hægsta miðalaldurin í føroyskum fótbólti, ein lágan miðalaldur. Ein orsøk var sjálvsagt, at Atli Gregersen og Bogi Reinert-Petersen høvdu leikbann. Fyrr í kappingini spældu Vukasin Tomic og Lukasz Cieslewicz eisini í Víkingi, sum dró miðalaldurin uppeftir.
Í uppstillingini hjá Víkingi í gjár vóru tríggir leikarar undir 20 ár og tað er ikki vanligt í føroyskum fótbólti hjá einum topp 5 liði.
17 ár: Olaf Bárðarson og Noah Mneney
19 ár: Geza David Turi
21 ár: Arnbjørn Svensson
22 ár: Ari Olsen
24 ár: Elias Fagrá
25 ár: Gunnar Vatnhamar
26 ár: Bergur Gregersen
27 ár: Jákup Johansen
31 ár: Finnur Justinussen
34 ár: Sølvi Vatnhamar
Hetta gevur ein miðalaldur á 23,9 ár. Vanliga hevur miðalaldurin hjá teimum við lægsta miðalaldrinum ligið millum 23 og 24 ár.