Undrið, sum í ár skal spæla í 1.deild, fer væntandi at kunngera nýggjan venjara innan stutta tíð.
Sum bolt.fo skilir, so er tað Hegga Samuelsen, sum verður kunngjørdur. Hegga er ein royndur venjari, sum hevur verði venjari hjá ÍF og 07 Vestur í bestu deildini. Eisini hevur hann verði venjari og hjálparvenjari á U-landsliðum, seinast sum hjálparvenjari há Eli Hentze á U21-landsliðnum.