Føroyska U19-landsliðið við dreingjum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum næstu dagarnar verður spæld í Køge í Danmark.
Mótstøðuliðini verða Frakland, Danmark og Finnland.
Fyrrapartin týsdagin vandi føroyska liðið á Rishøj Stadion í Køge, og undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Jógvan Martin Olsen.