Tveir leikarar eru lagdir afturat sáttmálahópinum hjá uppflytarunum úr ÍF.
ÍF skrivar:
Tvillingarnir halda fram
Tað er við gleði vit boða frá, at Hans Jákup og Elias Lervig halda fram hjá okkum.
Teir hava nú longu í nøkur ár, verið fastur fúsur í hópinum hjá okkum, og tað koma teir eisini at vera komandi kappingarár.
Teir eru báðir tveir, ein sera tíðandi og stórur partur í menningini av okkara egnu ungu leikarum. Teir hava ein hugburð og tilgang til fótbólt, sum vit í ÍF eru glað fyri, og síggja sera stórt virði í.
Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og bestu eydnu í komandi árið.