Av teimum sum fingu spælitíð í Nations League, so eru tríggir leikarar, sum innan stutta tíð væntast at fáa annað felag at spæla fyri.
Gilli R. Sørensen er liðugur í norska Brann, Meinhard E. Olsen er liðugur í svenska Gais, meðan Patrik Johannesen eftir øllum at døma er liðugur í KÍ. Allir hava ætlanir um at spæla uttanlands í 2021 og komandi vikurnar koma helst at vísa, hvar teir fara at spæla.
Landsliðið spælir fyrsta dystin í ár 25. mars á útivølli móti Moldova.