Í morgin fáa føroyingar møguleikan at síggja beinleiðis føroyskan fótbólt aftur.
Televarpið vísir ein dyst í 1. umfari í VFF Cup. Tað er dysturin á Svangaskarði millum B68-KÍ. B68 er uppflytari og skal nú royna seg móti KÍ, sum vanliga telist millum størstu favorittarnar at vinna FM.
Dysturin byrjar kl. 12.00 og verður vístur ókeypis á Rás 1.