B36 skrivar soleiðis:
Rúni Herup Olsen, sum við góðum hegni hevur røkt formanssessin hjá okkum seinastu trý árini, gevst nú sum formaður
Eftir trý ár sum formaður í B36 hevur Rúni Herup Olsen tikið avgerð um, at hann takkar fyri seg í hesum umfarinum. Ein avgerð, sum nevndin tikið til eftirtektar. Rúni kom í nevndina fyri fimm árum síðani, og í 2016 gjørdist hann formaður, tá Heiðrikur Christiansen av arbeiðsávum takkaði fyri seg. Eingin ivi er um, at hetta eru keðilig tíðindi fyri okkum mongu í B36. Rúni hevur røkt formanssessin við nærlagni og hegni, og hann hevur verið nógv avhildin av øllum kring B36.
Fram til aðalfundin, sum verður tíðliga í 2019 verður tað Sámal Ímundarson, sum fer at røkja formanssessin. Sámal var undan hesum næstformaður í nevndini.