Á øllum økjum, ið hava við kropsliga partin at gera, liggur TB aftast.
Tølini hjá InStat fyri fyrstu trý umførini tala greitt, at TB, ið einki stig hevur fingið, hevur stórar trupulleikar á kropsliga partinum. Á øllum hesum økjum er TB aftast. Sí tøl niðanfyri.
Vunnið nærdystir í verjupartinum, botn 3:
49 %: EB/Streymur
48 %: B68
45 %: TB
Vunnið nærdystir í álopspartinum, botn 3:
41 %: 07 Vestur
39 %: NSÍ
39 %: TB
Vunnið luftnærdystir, botn 3:
45 %: EB/Streymur
37 %: TB
37 %: B68
Vunnið taklingar, botn 3:
49 %: 07 Vestur
46 %: EB/Streymur
38 %: TB
TB hevur spælt hesar dystir:
Víkingur-TB 1-0
ÍF-TB 3-1
TB-KÍ 0-5
Allir dystir eru taldir uppí í samanberingini uttan B36-B68 og ÍF-07 Vestur, sum enn ikki eru greinaðir.