Hann spældi kvøldsins venjingardyst.
Tá TB og B36 spældu venjingardyst í kvøld, so var ein gamal kenningur á TB-liðnum. Tað var fyrrverandi liðskiparin og U21-landsliðsleikarin, Teitur Olsen. Úr TB frætta vit, at hann verður heima í øllum førum fram til páskir, ið eru vikuskiftið 4. apríl. Tað merkir, at hann fær dystirnar móti Víkingi(ú), ÍF(ú), KÍ(h) og B36(h) við.
25 ára gamli Teitur Olsen er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 139 dystir í bestu deildini, allar fyri barndómsfelagið TB.