NSÍ-málverjin hevur sannførandi hagtøl, meðan næstan onnurhvør málroynd fer í málið hjá AB.
Umvegis InStat hava vit talt saman málroyndir innanfyri málstengurnar móti liðunum. Síðani ber til at rokna út, hvussu nógv prosent av skotunum enda í málunum og hvussu nógv málverjin bjargar. Tølini vísa, at NSÍ-málverjin Tórður Thomsen stendur seg best og bjargar lutfalsliga mest. Tí bara 17,6 % av málroyndunum móti NSÍ innanfyri málstengurnar enda í málinum, meðan Tórður hevur bjargað 82,4 %. Hinvegin enda heili 46,4 % av málroyndunum móti AB, har Heðin Stenberg, Mathias Lamhauge og Sverri Petersen hava vart málið, við at geva mál.
So nógv prosent av málroyndunum innanfyri málstengurnar enda við at geva mál:
NSÍ 17,6 % (Tórður Thomsen)
Víkingur 22,4 % (Elias Rasmussen)
KÍ 22,9 % (Kristian Joensen og Meinhardt P. Joensen)
B36 27,7 % (Hans Jørgensen, Trygvi Askham og Símun Rógvi Hansen)
Skála 28,8 % (Karsten Hansen)
HB 28,8 % (Teitur M. Gestsson)
TB 31,8 % (Milos Budakovic)
ÍF 32,1 % (Tóri Traðará og Petur Meinhard Magnussen)
EB/Streymur 38,1 % (Rói Zachariassen og Jákup Højgaard)
AB 46,4 % (Heðin Stenberg, Sverri Petersen og Mathias Lamhauge)