Hevur spælt á høgum stigi.
B36 hevur í kvøld kunngjørt, at felagið í morgin fer at kunngera nýggjan leikara. Sum bolt.fo skilir frá góðum keldum, so verður talan um 24 ára gamla Isak Jonsson úr Svøríki. Hann hevur ongan sáttmála eftir, at sáttmálin við Trelleborg gekk út. Talan er um 1,94 metur høgan leikara, sum síðani 2018 hevur spælt við Trelleborg, har hann onkrar dystir eisini hevur spælt á høgra bakki. Í 2018 spældi hann nakrar dystir í bestu deildini í Svøríki, men síðani 2019 hevur hann spælt í næstbestu deildini í Svøríki. Hann er eisini málvandamikil, tí í 107 dystum í næstbestu deildinmin hevur hann skorað 8 mál. Í 2022 spældi hann fulla tíð teir flestu landskappingardystirnar hjá Trelleborg.
B36 hevur frammanundan fingið tilgongd av Silas Eyðsteinsson og Aron Knudsen.