Fyrr í kvøld høvdu 1239 fólk tippað 1. umfar á Sona-appini. Størstu favorittarnir eru KÍ og B36 á útivølli móti uppflytarunum, men eisini Víkingur og HB eru stórfavorittar. Hinvegin eru tippararnir ósamdir um dystin á Eiði leygardagin. Flest fólk vænta ein javnleik, men verður ein vinnari, so eru munandi fleiri, sum vænta ein sigur til EB/Streym enn til ÍF. Sí tøl niðanfyri.